Vit eru við í verkætlanini heilt frá byrjan til uppseting og tænastu. Vit samstarva eisini við sniðgevar og framleiðarar, um neyðugt er.

Fyrimunurin við einum felliáskoðarapalli

Ein fastur áskoðarapallur tekur nógv pláss og avmarkar nýtslumøguleikarnar í høllini ella salinum, men ein felliáskoðarapallur er ein týðandi partur av eini væl skipaðari ítróttahøll, konserthøll ella einum fyrilestrasali.

Við einum felliáskoðarapalli ber til, at hava nógv sitipláss uttan at avmarka nýtslumøguleikarnar í høllini ella salinum.

Ein felliáskoðarapallur kann skjótt takast fram til eitt tiltak við mongum áskoðarum, og hann kann lættliga fellast saman aftur so høllin ella salurin kann brúkast til onnur endamál.

Vit veita áskoðarapallar til staðið í samlaðum eindum. Hettar merkir, at góðskan er jøvn og góð, samstundis sum felliáskoðarapallarnir eru lættir at seta upp.

​Felliáskoðarapallar kunnu veitast við ymiskum sløgum av stólum, t.d. polstraðum, føstum og samanleggiligum. Eisini fáast stólar í ymsum litum.

Vit bjóða eisini eykaútgerð, ið kann setast saman eftir ynski og tørvi:

  • Ljós í trapputrinunum
  • ​Stólarmar
  • Skriviundirlag
  • ​Setur- og rekkjunummur
  • ​Búmerki á setur
  • ​Gardinur niðurfyri endarnar á áskoðaraplássinum
  • ​Verndarskjøldur til samanfelt áskoðarapláss
  • ​Trappugongd

Set teg í samband við okkum í dag

Vit veita m.a. felliáskoðarapallar til Royal Arena í Keypmannahavn. Um tú ynskir at fáa kunnleika um fleiri av okkara avrikum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 32 51 07 00 ella við at senda ein teldupost á info@laiderz.dk.