Sí bustirnar á myndini.
Runda handtakið í miðjuni á útgerðini avger hvussu djúpt nálirnar á bustini fara niður í graslíkið.
Endamálið við nálunum er at loysa gummifylluna. Tað er umráðandi, at nálirnar ikki fara so djúpt niður í graslíkið, at tær nærkast botninum og oyðileggja hann.
Tað er umráðandi, at aðruhvørja ferð verður bustað í mótsættu kós, so at grasstráini standa rætt. Um bustað verður somu kós hvørja ferð, leggjast grasstráini niður og spæligleðin versnar.
Til dagliga røkt brúkar tú eina gummisleipibust, sum vit, Laiderz, eisini veita.
Meginreglan er, at vøllurin skal bustast eftir uml. 10 spælitímum, men gev teimum støðunum mest gætur, har vøllurin verður mest slitin. Vanliga er tað í brots- og málteigunum. Tað er ein fyrimunur at hava ein kust í hvørjum enda á vøllinum og biðja spælararnar busta gummifylluna eftir nýtslu ella tørvi.
Annars kemur hol í vøllin, og garantiið fevnir ikki um ta umvælingina, ið Laiderz noyðist at gera ella vegleiða í.
Hevur tú spurningar, ella ynskir tú ein prís, kanst tú skriva til trine@laiderz.dk ella ringja til Mariannu á tel. (+45) 40 75 48 01.