Fleiri og fleiri vinnugreinar uppliva øktan tørv á lásbarum skápum til goymslu av virðismiklum lutum og klæðum.

Skápini hóska ser væl til alt frá industri arbeiðsplássum, skúlum, kontórum, svimjihallum, hotellum og til uttandura tørvir.

Metal- og træskápini hoyra fortíðini til.

Okkara skáp eru framleidd út polyethylene, og eru sniðgivin til at tryggja lutirnar hjá forbrúkaranum. Skápini hava ongar hvassar ella spískar kantar, og tilfarið kann lætt endurvinnast.

​Framleidd úr polyethylene - 15 ára garanti

Polyethylene er tað rætta valið tá styrki og haldføri spælir inn, og av tí at polyethylene er endurnýtslu tilfarð, eru skápini umhvørvisvinarlig.

Av tí at skápini ikki eru gjørd úr stáli kunnu tey ikki rusta, og fáa eina longri livitíð og kundin fær nógv fyri pengarnar.

​Løtt at uppstilla

Skápini verða send samansett, og sniðgivin eftir ynski hjá kundanum (Sí leinkju niðanfyri). Tað einasta kundin skal gera er at stilla tey upp, og skrúva tey fast.

​Skræddaraseymað til tín tørv

Skápini verða framleidd eftir ordra, so tú hevur møguleikan at velja hvussu tíni skáp skulu verða, so tey passa til stødd, lit, lás og annars tey ynskir sum tú hevur til tíni skáp.

Royn og sniðgev tíni skáp her​

​Les installatiónsvegleiðingina her

Góðar orsøkir til at velja Lockers By Laiderz:

  • ​Tú kann sjálv/ur sniðgeva útfrá okkara breiða vøruúrvalið, so tín tørvur verður dekkaður.
  • ​Vel støddirnar sum passa best til tykkara tørv.
  • ​Fá gleði av øllum møguleikunum fyri eyka útgerð sum USB-stikk, nummarplátum/navnaskelti, val av lásum osv.
  • ​Løtt at reingerða so tað flotta sniðið heldur.
  • ​15 ára garanti uppá skápini.
  • ​Perfekt loysn til ítrótt, skúlar, industri, arbeiðspláss, og øll støð har nógv fólk samlast.
  • ​Breitt úrval av lásum og eyka útgerð so tú altíð fær tín tørv nøktaðan.
  • Leveringstíð ímillum 4-10 vikur frá undirskrivaðum ordra.